Hávandaevnissúrløga (kategori 2)
Móttøka
Kravið til rávøruna í hávandaevnisbólkinum er, at allur fiskur ella slógv, sum ikki kann nýtast til framleiðslu av lágvandaevnissúrløgu, kann nýtast til framleiðslu av hávandaevnissúrløgu. Hetta merkir, at sjálvdeyður og sjúkur fiskur, umframt slógv av sjúkum fiski, kann nýtast til framleiðslu av hávandaevnissúrløgu.
Trýststerilisering
Úr rávørugoymslutangunum verður súrløgan pumpað í ein trýststerilisator. Trýststerilisatorurin verður fyltur “batchvís”. Tá ið trýststerilisatorurin er fyltur, verður dampur frá dampketli latin í kápuna á trýststerilisatorinum. Súrløgan verður kókað í 20 minuttir við 133˚C og 3 bar trýst. Eftir at súrløgan er kókað, verður hon pumpað yvir í liðugtvørugoymslutangar.
Súrløgan verður fyri tað mesta flutt av landinum, har hon verður nýtt til minkafóður ella til biogasframleiðslu, tó tey seinastu árini hevur steriliseraða súrløgan eisini fyri ein part verðið sprænd út í hagan at taða við, og hava bøndurnir verið væl nøgdir við úrslitið.