Um Salmon Proteins
Um okkum:
Salmon Proteins varð stovnað í 2001 av alivinnuni og øðrum í Føroyum, sum liður í veterineravtaluni við ES.
Virksemi:
Endamálið hjá felagnum er at savna alt slógv frá alivinnuni í Føroyum saman á einum staði, og hagreiða hetta eftir galdandi krøvum frá myndugleikum og keyparum. Stýrast skal fram ímóti eini burðardyggari gangnýtslu av hesum tilfeingi, til gagns fyri vinnuna og umhvørvið.
Málsetningur:
Málsetningurin hjá felagnum er at fylgja øllum viðkomandi lógum og krøvum.
Virkið liggur á havnalagnum á Eiði. Slógvið ella súrløgan, sum virkið tekur ímóti, verður flutt við tangabilum frá alibrúkum og kryvjivirkjum runt landið, norður til Eiðis, og verður pumpað í lukkaðari skipan í goymslutangar á virkinum.
Alivinnan skapar eina
felags loysn
Søgan aftanfyri Salmon Proteins
Sum liður í øktu alivinnuni og tørvinum á eini samlaðari loysn uppá avbjóðingina av sjúkum ella sjálvdeyðum fiski, tóku menn seg saman at stovna virkið, sum samlaði alt slógv og burturkast á einum staði. Hetta soleiðis at móttøka og víðari søla ella avhendan av vøruni hevur alt verið samlað á Eiði síðan 2002.