Búmerkið hjá felagnum

Kategori 2 súrløga (K2).

Rávøra, sum ikki kann nýtast til til K3 súrløgu, kann nýtast til framleiðslu av K2 súrløgu. Hetta er m.a. sjálvdeyður og sjúkur fiskur, umframt slógv av sjúkum fiski, sum ikki kann nýtast til framleiðslu av K3 súrløgu.

Tilbúgving 

Salmon Proteins er partur av tilbúgvingni í føroysku alivinnuni til at taka í móti og burturbeina Kategori 2 Súrløgu.
K2 Súrløgan frá Føroysku alivinnuni fer í størsta mun til biogasverkið Førka, men tá nøgdirnar eru størri enn Førka  klárar at taka í móti, flytur Salmon Proteins súrløguna av landinum, har hon verður m.a. nýtt til bioolju ella til biogasframleiðslu.