Kategori 3 súrløga (K3).
Súrløga, (eisini kend sum ensilasja), er fiskur ella partar av fiski, sum verður blandað við einum haldevni, fyri at betra um haldgóðskuna. Vanliga verður sýra nýtt fyri at lækka pH (súrheitsgradina) til eitt støði, har bakteriuvøkstur heldur uppat. Mest nýtta sýra er meyrusýra.
Kategori 3 (K3) súrløga verður framleidd á kryvji- og góðskingarvirkjum av innvøli, avskurði, ryggi og høvdi av laksi, sum ikki er sjúkur. Slógvið verður malið við kvørn. Síðan verður meyrusýra latin í (uml. 3%). Rørt verður í, inntil súrløgan er flótandi. Súrleikavirðið (pH) er uml. 3,5 – 3,7.
Salmon Proteins stendur fyri innsavning, goymslu og sølu.
Súrløgan verður útflutt fóðurframleiðarum uttanlands, har fóðri síðan verður nýtt til onnur djórasløg enn laks.