Lágvanda súrløga (kategori 3)

Lágvandaevnis súrløga verður framleidd á kryvji- og góðskingarvirkjum av innvøli, avskurði, ryggi og høvdi av fiski/laksi, sum ikki er sjúkur. Slógvið verður malið við kvørn. Síðan verður meyrusýra latin í (uml. 3%). Rørt verður í, inntil súrløgan er flótandi. Súrleikavirðið (pH) er uml. 3,5 – 3,8.
Talan er ikki um viðgerð av hesi súrløgu, men bert innsavning, goymslu og sølu.

Súrløgan verður útflutt fóðurframleiðarum, m.a. til smágrísafóður uttanlands og er einasta treytin tann, at hon ikki má endurvinnast í føðiketuni hjá fiski.

Framleiðslutilgongd (flóðkort):                                                 Móttøka    –    Vørugoymsla    –    Avskiping

 

 

_MG_0684

Fiskur og fiskaslógv eru vørur, ið rotna skjótt og goymast tí ikki leingi uttan at okkurt fyribyrgjandi tiltak verður gjørt. Súrløga er ein góður máti at tryggja skjótan og góðan goymslustabilitet. Harafturat er súrløga løtt og trygg at flyta, av tí at hon er løtt at pumpa.

Fyri at gera súrløgu, er neyðugt at hava fisk og/ella slógv, sýru og útgerð, at mala og blanda hetta saman til ein homogenan massa. Eisini skal útgerð vera, har lidna súrløgan kann goymast.
Slógvið verður malið samstundis sum sýra verður koyrd í.
Neyðugt er tryggja, at tað er nokk av sýru í, soleiðis at øll súrløgan hevur eitt pH-støði. Hetta ávirkast m.a. av, hvussu nógv bein er í. Bein neutraliserar sýru, og vil tí gera, at pH-støði hækkar aftur eftir eina ávísa tíð. Um pH-støðið fer upp um eitt ávist støði, (pH 4,0 – 4,5 fyri meyrusýru), so rotnar súrløgan. Neyðugt er tá at lata meira sýru í súrløguna.