Hvat er súrløga?

Súrløga, (eisini kend sum ensilasja), er fiskur ella partar av fiski, sum verður blandað við einum haldevni fyri at betra um haldbærið. Vanliga verður sýra nýtt fyri at lækka pH virðið (súrheitsgradina) til eitt støði, har bakteriuvøkstur heldur uppat. Mest nýtta sýra er meyrusýra.

 

Tá temperatururin er yvir 5 ºC og pH virðið er ímillum 3,5 og 4,5 byrjar fiskamassin at brótast niður, og hetta hendir skjótari við hægri hita, upp til 40 ºC. Hetta verður eisini nevnt autolysa, tí at hetta fer fram “automatiskt” við teimum ensymum, sum náttúrliga eru í fiskamassanum. Ensymini niðurbróta vøddavevnaðin og fiskamassin verður flótandi.

 

Hví gera súrløgu?

Fiskur og fiskaslógv eru vørur, ið rotna skjótt og goymast tí ikki leingi, uttan okkurt fyribyrgjandi tiltak verður gjørt. Súrløga er ein góður máti at tryggja skjótan og góðan goymslustabilitet. Harafturat er súrløga løtt og trygg at flyta, av tí at hon er løtt at pumpa.

 

Hvussu verður súrløga gjørd?

Fyri at gera súrløgu, er neyðugt at hava fisk og/ella slógv, sýru og útgerð og at mala og blanda hetta saman til ein homogenan massa. Eisini skal útgerð vera, har lidna súrløgan kann goymast.