Hví gera súrløgu?

Fiskur og fiskaslógv eru vørur, ið rotnað skjótt og goymast tí ikki leingi uttan at okkurt fyribyrgjandi tiltak verður gjørt. Súrløga er ein góður máti at tryggja skjótan og góðan goymslustabilitet. Harafturat er súrløga løtt og trygg at flyta, m.a. tí at hon er løtt at pumpa.