Fyri at gera súrløgu, er neyðugt at hava fisk og/ella slógv, sýru og útgerð, at mala og blanda hetta saman til ein homogenan massa. Eisini skal útgerð vera, har lidna súrløgan kann goymast.
Slógvið verður malið samstundis sum sýra verður koyrd í.
Neyðugt er tryggja, at tað er nokk av sýru í, soleiðis at øll súrløgan hevur eitt pH-støði. Hetta ávirkast m.a. av, hvussu nógv bein er í. Bein neutraliserar sýru, og vil tí gera, at pH-støði hækkar aftur eftir eina ávísa tíð. Um pH-støðið fer upp um eitt ávist støði, (pH 4,0 – 4,5 fyri meyrusýru), so rotnar súrløgan. Neyðugt er tá at lata meira sýru í súrløguna.