Hvat er súrløga?

Súrløga, (eisini kend sum ensilasja), er fiskur ella partar av fiski, sum verður blandað við einum haldevni, fyri at betra um haldgóðskuna. Vanliga verður sýra nýtt fyri at lækka pH (súrheitsgradina) til eitt støði, har bakteriuvøkstur heldur uppat. Mest nýtta sýra er meyrusýra.

Tá ið temperatururin er yvir 5 ºC og pH virðið er millum 3,5 og 4,5, byrjar fiskamassin at brótast niður, og hetta hendir skjótari við hægri hita, upp til 40 ºC. Hetta verður eisini nevnt autolysa, tí at hetta fer fram “automatiskt” við teimum ensymum, sum náttúrliga eru í fiskamassanum. Ensymini niðurbróta vøddavevnaðin og fiskamassin verður flótandi.